- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsflokkurin illa umboðaður
Sambandsflokkurin illa umboðaður
Sambandsflokkurin í Klaksvík hevur bara eitt valevni til kommunuvalið, ið verður um tríggjar vikur
19.10.2016 - 15:16
Tá freistin, at lata listar inn í gjár var úti, vóru fimm listar komnir inn. Teir eru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Nýggja Sjálvstýri og Tjóðveldi.
Á listanum hjá Sambandsflokkinum er bara eitt valevni. Miðflokkurin stillar ikki upp til kommunvalið í Klaksvíkar kommunu.
Klaksvíkar kommuna veksur til hetta kommunuvalið, tí Húsa kommuna leggur saman við Klaksvíkar kommunu á nýggjárinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV