- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur listi gjørdur í skundi
Bara fáar tímar áðrenn freistina, at lata valevnislistar inn klokkan 18 týskvøldið, kom fram, at Kristin Michelsen varð koyrdur av javnaðarlistanum. Tí var skotbráið stutt, at fáa stillararar til ein nýggjan lista.
"Eg havi ikki tíð!"
Tað var stutta svarið, tá Kringvarpið ringdi til Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri, seinnapartin týsdagin. Síðani legði hann hornið á.
Kristin Michelsen hevur havt skund í gjár, tí okkurt bendir á, at hann í síðstu løtu fekk ein lista saman. Eitt valevni sigur við Kringvarpið, at viðkomandi varð spurdur í gjár og játtaði at vera á listanum.
SÍ EISINI Vil ikki verða vald
Men tað eru ikki øll sjey valevni, ið vilja verða á listanum. Eitt av valevnunum, Barbara Debes Julsgart, skrivar á Facebook, at hon er sett á listan, tí tað ber ikki til at nokta, at stilla upp.
- Men eg havi ongan áhuga, at fara upp í kommunalpolitikk á hesum sinni, skrivar Barbara Debes Julsgart á Facebook.
Aðrar viðmerkingar hevur hon ikki. Eitt annað valevni, útvarpið hevur tosað við, vil ikki siga, um hann játtaði ella noktaði at koma á listan.
SÍ EISINI Spell við innanhýsis stríði
Kristin Michelsen hevur annars umboðað Javnaðarflokkin seinastu seturnar í býráðnum, men stór útskifting er á listanum hjá Javnaðarflokkinum til hetta kommunuvalið.
Umframt at borgarstjórin ikki er á Javnaðarlistanum, so stilla Malla Dam, Jens Johannesen og Marit Poulsdóttir ikki uppaftur. Javnaðarflokkurin hevur einsamallur havt meirlutan í Tvøroyrar býráð hetta valskeiðið.
Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa eina viðerking frá Kristini Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri, til tíðindasendingina á døgurða.