- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri søkt um pengar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/33edddbf91c2d9fe2e921b5695bec4a5.png?itok=u6PF1iN7)
Fíggjarnevndin, sum ikki enn er farin undir at viðgera uppskotið um fíggjarlógina fyri 2017, hevur longu fingið nakrar umsóknir frá stovnum og feløgum, sum vilja hava pengar í fíggjarlógini.
Krígssavnið ger vart við, at játtanin, sum er 200.000 kr., ikki má detta burtur, nú húsið hjá savninum í Vágum verður umvælt.
Felagið fyri lesi- og skriviveik heitir á Fíggjarnevndina um ikki at lækka játtanina hjá felagnum úr 1,6 niður í 1,4 milliónir krónur, men heldur hækka hana.
SÍ EISINI Meiriluti fyri fíggjarlógaruppskoti
Viðgerðarstovnurin Frælsi fyri ung við rústrupulleikum ger vart við, at eingin játtan er í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017.
Frælsi hevur keypt bygning á Eiði til heimið. Heimið kostar 4,5 milliónir krónur um árið at reka. Frælsi vónaði og væntaði at fáa helvtina av teimum 4,5 milliónunum frá landinum til raksturin.
Og áhugabólkurin og sjálvsognarstovnin Ítróttareftirskúlin í Suðuroy undir stovnan søkir um góða millión í stuðli til raksturin næsta ár.