- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Hon helt upplýsingum aftur
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur hildið aftur upplýsingum fyri tinginum, tí hon hevur hvørki kunnað um ella sent eitt bræv frá danska ráðharranum í vinnu- og vakstrarmálum, Troels Lund Poulsen, við týðandi upplýsingum til Fíggjarnevndina.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og limur í Fíggjarnevndini. Hann fer at seta Kristinu Háfoss ein munnligan fyrispurning í tinginum mikudagin.
Men evnið verður uttan iva partur av orðaskiftinum, tá Løgtingið í dag fer at viðgera málið um at stovna eitt føroyskt váðaráð.
Ikki samsvar í ábyrgdarbýti
Tá málið um at endurstovna landsbankan og at stovna eitt váðaráð var til viðgerðar í Fíggjarnevndini, bað minnilutin í nevndini um eina útgreining av møguligum viðmerkingum frá danska myndugleikanum á økinum, sigur Bárður á Steig Nielsen í viðmerkingum til spurningin.
Nú er komið undan kavi, at danski myndugleikin hevur sent landsstýrinum eitt skriv tann 23. september, har sagt verður, at samsvar er ikki í ábyrgdarbýtinum millum Føroyar og Danmark á fíggjarøkinum.
Ábyrgdarbýtið hevur avgerandi týdning fyri fíggjargeiran, samansparingina hjá hvørjum einstøkum føroyingi og alt samfelagið, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
SÍ EISINI Fíggjarnevndin viðger landsbanka og váðaráð
Brævið er ikki sent Fíggjarnevndini fyrr enn 14. oktober, eftir at sóknast varð eftir skrivinum. Tað merkir, at týðandi upplýsingar eru fjaldar fyri Løgtinginum, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Álitið í málinum er lagt fyri tingið 29. september, ella umleið eina viku eftir, at landsstýrið hevur fingið brævið frá danska myndugleikanum á økinum, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Hann spyr Kristinu Háfoss, nær hon hevur fingið brævið frá Troels Lund Poulsen, og um landsstýriskvinnan hevur heitt á samgongulimirnar um at fáa álitið í málinum um landsbankan og eitt váðaráð lagt fram, uttan at hava kunnað Fíggjarnevndina um hetta brævið.