- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avgerðin fellur í dag
Avgerðin fellur í dag
Býráðið á Tvøroyri fer í dag at taka støðu til, um kommunan skal játta pening til at gera SALT-verkætlanina lidna
14.10.2016 - 11:26
Tvøroyrar býráð fer í dag at taka støðu til, um kommunan skal veita SALT tríggjar milliónir krónur afturat, nú peningur vantar í at fáa ætlanina lidna.
Fíggjarnevndin hjá Tvøroyrar kommunu hevði fund um málið klokkan 11 fyrrapartin, og býráðsfundurin er klokkan 16 seinnapartin.
Tað mangla 7,6 milliónir krónur í, at fáa SALT-verkætlanina lidna. Tað hevur Tvøroyrar kommuna sagt í brævi til Fíggjarmálaráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV