- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinarbýarsamstarv heldur fram
Borgarstjórin í Klaksvík hevur fingið bræv frá økisleiðaranum og borgarstjóranum í Caithness, sum vilja varðveita og styrkja sambandið millum Wick og Klaksvík. Wick er ein av 19 býum í Caithness.
Gail Ross, borgarstjóri í Wick, boðaði annars frá í august í fjør, at Wick ikki longur er vinabýur hjá Klaksvík, tí føroyingar drepa grind.
SÍ EISINI Viðgera nú spurning um vinarbýarsamstarv
Roger Saxon og Gillian Coghill siga í brævi til borgarstjóran í Klaksvík, Jógvan Skorheim, at meirilutin í stjórnini í Caithness tók ikki undir við áheitanina, sum Gail Ross sendi í fjør.
Gail Ross bað klaksvíkingar gevast at drepa grind, tí annars misti Klaksvík Wick sum vinabý.
Meirilutin í stjórnini í Caithness vil varðveita og styrkja vinabýarsamstarvið millum Wick og Klaksvík. Wick og Klaksvík hava verið vinabýir síðani 1995.