Punktum sett fyri umstríddari setan

Punktum sett fyri umstríddari setan
Málið um aðalstjóran í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum er endaliga liðugt frá øllum pørtum, nú starvið loksins er sett
 
12.10.2016 - 13:55

Hvørki John Rajani ella Løgtingsins umboðsmaður gera meira við málið. John Rajani varð upprunaliga stillaður inn til starvið, men løgmaður vrakaði hann í fyrsta umfari sum umsøkjara. 

Ivi varð sáddur um gegnið hjá John Rajani, sum hevur fleiri skyldfólk ovarliga í føroyskum vinnulívi. Poul Michelsen, landsstýrismaður, segði seg harafturat ikki kunna starva saman við John Rajani. 

Tørvur var tí á fleiri skikkaðum umsøkjarum, segði løgmaður, og lýsti starvið leyst av nýggjum. John Rajani kærdi til Løgtingsins umboðsmann, tí hann helt løgmann víkja frá sakligum atlitum, og harvið bróta fyrisitingarlógina. 

SÍ EISINI Poul Michelsen vil ikki hava Rajani sum aðalstjóra

Í kæruni vísti John Rajani millum annað á, at ein samd setanarnevnd hevði viðgjørt gegnið hjá honum, sum umsøkjara til aðalstjórastarvið.

Tí átti ikki at verið neyðugt at lýsa starvið leyst av nýggjum, uttan so at ósaklig - tað vil siga ikki fyrisitingarliga - men persónlig ella politisk atlit vóru atvold til tess.

Umboðsmaðurin segði tá, at fyrr enn málið var endaliga viðgjørt og avgerð tikin, gjørdi hon einki við kæruna. John Rajani læt sína umsókn standa við, hóast hann í fyrstu atløgu varð vrakaður.

Tekur ikki málið upp av eintingum

Í gjár fall valið so fyri aðru ferð, og Herálvur Joensen fekk starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, har Poul Michelsen er landsstýrismaður. Hesa ferð vóru tveir sera væl skikkaðir umsøkjarar - fyrru ferð bara tann eini, John Rajani. 

Men nú avgerð er tikin, og John Rajani ikki fekk starvið, fer hann kortini ikki at heita á Løgtingsins umboðsmann um at taka kæruna til viðgerðar. Løgtingsins umboðsmaður tekur ikki málið upp av sínum eintingum.

Sostatt er síðsta punktum sett í drúgva og umstrídda málinum um, hvør skal stjórna Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, og verða fremsti ráðgevi hjá landsstýrismanninum næstu fimm árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155