- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú byrja politisku samráðingarnar
Nú byrja politisku samráðingarnar
Samgongan fer at hava fundir hesa vikuna um, hvussu samráðingarnar skulu leggjast til rættis. Andstøðan verður boðin til samráðingar fyrsta dagin
12.10.2016 - 17:01
- Nú er heystfrí, og fjøllini verða gingin, so vit bíða til tað er av, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við Sosialin.
Hann sigur, at hann fer at boðsenda øllum flokkum at viðgera tilmælini frá nýskipanarnevndini. Tá fæst at vita, hvar semjur kunnu gerast.
Høgni Hoydal hevur fyrr sagt við útvarpið, at hann ætlar at hava eitt uppskot um nýggja fiskivinnuskipan liðugt at leggja fyri tingið í hesi tingsetuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV