- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hann verður nýggjur aðalstjóri
Herálvur Joensen er 54 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur á Københavns Universitet, og hevur harumframt eina master í altjóða lóg.
Hann hevur royndir sum aðalstjóri í bæði Oljumálaráðnum og Fiskimálaráðnum. Eisini hevur hann verið deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, stjóri fyri uttanríkistænastuna og eitt skifti sendimaður Føroya í Keypmannahavn.
Seinastu árini hevur Herálvur Joensen verið stjóri á Føroya Reiðarafelag. Hann byrjar í nýggja starvinum sum aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum 1. januar 2017.
72.000 um mánaðin
Lønin hjá Herálvi Joensen, sum aðalstjóra í ráðnum, er 55.500 krónur um mánaðin, umframt 20 prosent, tí aðalstjórastarvið er tíðaravmarkað.
Harumframt fær Herálvur Joensen eina viðbót uppá 5.200, sum allir aðalstjórar fáa. Til samans fær Herálvur Joensen umleið 72.000 krónur um mánaðin, umframt tænastumannaeftirløn.
John Rajani, sum varð innstillaður sum nummar eitt, tá starvið varð lýst leyst fyrstu ferð, hevur onga viðmerking til málið í dag.