- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða enn eftir fíggingini
Tað er støðan hjá Fíggjarmálaráðnum, nú Tvøroyrar kommuna spurdi Fíggjarmálaráðið, hvørja støðu ráðið hevur til málið, um Tvøroyar kommuna letur pening til at gera SALT-verkætlanina lidna.
Sambært brævinum frá Tvøroyrar kommunu mangla 7,6 milliónir krónir í fyri at gera arbeiðið liðugt. Tíðarfreistin, at gera SALT liðugt, er nú sett til 18. november, stendur í brævinum.
Kommunan spyr Fíggjarmálaráðið, hvørja støðu ráðið hevur til at Tvøroyar kommuna stuðlar SALT við trimum milliónum krónum, har ein millión verður tikin av rakstararstuðlinum, sum er játtaður í ár.
Mugu fáa greiðu á restkostnaðinum
Tvær milliónir verða tiknar av rakstarstuðlinum fyri 2017. Kommunan spyr eisini, hvør støðan hjá Fíggjarmálaráðnum er, um so er, at kommunan ikki játtar tríggjar milliónir krónir til at gera SALT liðugt.
Fíggjarmálaráðið svarar, at tað hevur onga ávirkan á ætlanin hjá landinum at lata 2,5 milliónir í rakstarjáttan, men staðfestir bara, at so verður minni til rakstarvirksemið.
Fíggjarmálaráðið svarar, at um kommunan ikki letur tríggjar milliónir krónir í íløgustuðli, stendur spurningurin ósvaraður, hvussu restkostnaðurin skal fíggjast. Farast kann ikki undir veruligt virksemi áðrenn byggingin er liðug.
Býráðið fund seinni í vikuni
Eisini sigur Fíggjarmálaráðið, at tað verður mett óvirðiligt og kann skaða trúvirðið úteftir, at føroyskir myndugleikar ikki klára at taka neyðuga ábyrgd í verkætlanum, ið verða gjørdar saman við útlendskum sáttmálapørtum.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at býráðið væntandi fer at hava fund seinni í vikuni. Tá verður støða tikin til, um komman skal lata meira pening til SALT-verkætlanina.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum fer landið at lata 2,5 milliónir krónur í rakstarjáttan til SALT næstu árini.