- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja varðveita umboðið úr oynni
Í tíðindaskrivi sigur Vága Tjóðveldisfelag, at tað kemur teimum dátt við, at Ingolf S. Olsen, ið er einasta umboð úr Vágum í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, nú fyribils noyðist úr Løgtinginum.
Ingolf S. Olsen er framsøgumaður floksins í fiskivinnumálum. Tí rakar hetta serliga meint, nú tá ið harðast fer at leika á í arbeiðinum at finna eina semju um fiskivinnunýskipan.
Felagið kemur við áheitan um, at Ingolf S. Olsen kemur inn aftur í Løgtingið, tá ið árið er liðið. Ingolf S. Olsen, ið var varamaður á tingi, misti tingsessin, tí Magni Arge kemur aftur í Løgtingið.
Av tí Torbjørn Jacobsen, sum ikki situr í Løgtinginum, fer í Fólkatingið, er ongin løgtingssessur til Ingolf S. Olsen. Magni Arge hevur farloyvi úr danska Fólkatinginum frá 18. oktober til 31. desember.