- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blokkurin fyri tey næstu árini ásetast
Heildarveitingin er 641,8 milliónir krónur um árið hesi fýra árini. Tað er hon sambært semju, sum Claus Hjort Frederiksen og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, gjørdu í apríl.
Heildarveitingin, ella blokkurin, úr statskassanum verður latin sambært lóg frá 1993. Tá vórðu sjey studningar og fýra endurgjøld úr statskassanum løgd saman í ein blokk til landskassan.
SÍ EISINI Blokkurin minkar neyvan
Hetta gjørdi, at heimastýrið avgjørdi, hvussu pengarnir skuldu brúkast. Teir vóru ikki markaðir longur. Í 2002 varð blokkurin frystur, sum sagt varð. Tað var eftir ynski úr Føroyum.
Hann var so 615,5 milliónir krónur líka til 2012, tá hann varð prístalsviðgjørdur, eisini eftir ynski úr Føroyum. Í 2012 hækkaði heildarveitingin upp í 624,1 millión, og hon kom upp í 641,8 milliónir í 2015.
Prístalsviðgerðin legði 26,3 milliónir um árið aftur at blokkinum. Og har, á 641,8 milliónum, verður hann verandi í hvussu so er til og við 2019, tí nú er hann frystur aftur eftir ynski úr Føroyum.