- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tungt hál hjá samgonguni
Í nátt heitti Norðoya sambandsfelag staðiliga á Sambandsflokkin um ikki at fara í nakrar samráðingar, har treytirnar eru, at úrslitið er avgjørt frammanundan.
Mánakvøldið sendu formenninir í samgonguflokkunum út felagsskriv, har teir siga, at samgongan er samd um aðalmálini í fiskivinnunýskipanini. Samgongan fer nú at samráðast við allar flokkar um at fremja nýskipanina í verki.
Aðalmálini, sum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru samd um, eru millum annað, at fiskurin er ogn Føroya fólks og kann ongantíð gerast privat ogn.
Tilfeingisrentan í landskassan
Fiskirættindi skulu ikki longur seljast privat. Í staðin fyri skal tað almenna bjóða rættindi út fyri hóskandi tíðarskeið í marknaðargrundaðari skipan.
Rætturin at fiska skal vera á føroyskum hondum. Sáttmálar við manningarfeløgini skulu haldast. Føroysk virki skulu kunna bjóða upp á fiskin.
Virðið á atgongdini at fiska, sonevnda tilfeingisrentan, eigur í størstan møguligan mun at fara í landskassan, sigur samgongan millum annað.