- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoydal fær álitið mánadagin
Formaðurin í arbeiðsbólkinum, Johnny í Grótinum, fer at leggja álitið fram á tíðindafundi í Smæruni.
Tað mesta er alment
Tað mesta, sum stendur í álítinum, er alment.
Har verður millum annað sagt, at ein uppboðssøla av øllum fiskirættindum í senn hevur við sær stórar váðar og ótryggleikar fyri føroysku fiskivinnuna.
Nevndin fer tí at mæla til eina skiftistíð, har bara ein avmarkaður partur av samlaðu fiskirættindunum verður boðin út hvørt ár.
Nýskipanarnevndin hevur eisini havt trupult at meta um avleiðingarnar við einari uppboðssøluskipan, tí hon veit ikki um nakað land, sum lutar øll síni fiskirættindi út á uppboðssølu.
Nýskipanarnevndin hevur nevnt tveir møguleikar: ein leist við uppboðssølu av bæði stutttíðar- og langtíðarrættindinum, og ein leist, har øll rættindini verða seld fyri í mesta lagi eitt ár í senn.
Nú skal semja finnast
Tá Høgni Hoydal hevur fingið álitið, skal hann finna semju um nýggja fiskivinnunýskipan.
Landsstýrismaðurin hevur fyrr sagt, at uppskotið um nýggja fiskivinnunýskipan skal fyri tingið í hesari tingsetuni.