- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera nú aftur integrasjónspolitikkin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/klaksvik_2.jpg?itok=iLttFyNj)
Klaksvík var fyrsta kommunan í landinum, sum fekk sær ein politikk, sum skal gera tað høgligari hjá útlendingum at finna seg til rættis í føroyska samfelagnum.
Tað var longu í fjør. Enn er eingin ítøkilig lóggáva, sum beinleiðis áleggur ella loyvir kommunum at arbeiða fyri integrasjón.
Men Klaksvíkar býráð sigur, at samstarv millum kommunur og landið hevur gjørt eina siðvenju, sum sigur, at integrasjón er neyðugt, almannagagnligt arbeiði, sum kommunur hava loyvi til at gera.
Settu nevnd í fjør
Klaksvíkar kommuna setti fyrst David Im at orða ein integrasjónspolitikk, sum so varð settur í gildi fyrst í mai í fjør. Hetta er fyrsti orðaði integrasjónspolitikkur í Føroyum.
Fyri einum ári síðan varð ein integrasjónsnevnd sett í Klaksvík. Í nevndini eru fimm útlendingar umframt borgarstjóran og ein býráðslim.
Nevndin, sum tók við 1. oktober í fjør, hevur havt fimm fundir, tveir í fjør og tríggjar í ár. Arbeiðið hjá nevndini er nú eftirmett, tí fyrsta árið var eitt royndarár.