- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt fet nærri fólkatingsvali
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/4203aee87a7ca0f7aa9ab7a4c6a2093a.png?itok=ptQLXd5z)
Kristian Thulesen Dahl helt røðu sína á ársfundinum hjá Dansk folkeparti.
Liberal Alliance hevur við sínum ófrávíkiliga kravið um at lækka toppskattin við fimm prosentum, skakað grundarlagið undir stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, sum er ein minnilutastjórn.
Kristian Thulesen Dahl, formaður í DF lat ongan iva vera um, at bakkar Liberal Alliance ikki í sínum kravið um skattalættan, ja, so er flokkurin tilreiðar at fara til fólkatingsval.
Mótkrav
- Eingin avtala verður í heyst, har Dansk Folkeparti stuðlar avgjørda kravinum hjá liberal Allianse um at øll, sum rinda toppskatt, skulu fáa fimm prosent í lætta. Tað kemur ikki at henda, segði formaðurin við teir umleið 1300 flokslimirnar á ársfundinum.
Formaðurin legði afturat, at um hetta merkir, at LA so vil elva til val í ótíð, ja, so má tað bara vera so.
Kristian Thulsen Dahl hevði beint frammanundan rópt til fundarfólkið og spurt um tey eru tilreiðar til fólkatingsval.
Ársfundurin svaraði formanninum við einum rungandi JA!