Statoil borar eftir jarðhita í Íslandi

Statoil borar eftir jarðhita í Íslandi
Ísland er fremst í heiminum, tá ræður um jarðhita
 
16.09.2016 - 07:57

Statoil skal bora heimsins heitasta jarðhita-royndarbrunnin í Íslandi. Endamálið er at fáa glóðheitt vatn úr jørðini, sum skal nýtast til orku.

Holið verður borað á Reykjanesi, og Statoil samstarvar við íslendsk feløg um ætlanina.

Ísland er fremst í heiminum, tá ræður um jarðhita, og í løtuni verða kanningar gjørdar, áðrenn borurin verður settur í.

Statoil vísir á, at jarðhiti er ein orkukelda, sum stórt virði er í.

Bora fimm kilometrar

Henda ætlanin miðar eftir at greina, hvussu hiti kann fáast til vega við at bora langt niður, einar fimm kilometrar, verður tosað um. Har er dampur, sum er um 400 til 500 stig, og sum jørðin hitar. 

Ætlanin er, at dampurin skal fáast upp, og síðani gerast um til ravmagn í dampturbinum.

Ætlanin er at bora í ár, og síðani skulu royndir gerast, skriva norskir miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114