- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broyttar treytir fyri almennum keypsportali
Kommunurnar kunnu nú eisini brúka Keypsportalin hjá landinum. Harafturat skal prísurin nú hava størri týdning, tá tað almenna skal keypa tænastur ella vørur.
Prísurin skal vekta í minsta lagi helvtina. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur dagført rundskrivið um Keypsportalin.
Kærur um prísin
Higartil hevur ikki staðið í rundskrivinum, hvussu nógv prísurin skal vekta. Men tað var altíð ætlanin, at prísurin skuldi vekta nógv fyri at røkka endamálinum við Keypsportalinum, sigur Kristina Háfoss.
Kærur eru um prísin, tí hann hevur verið heilt niðri í 20 prosentum. Tá prísurin vektar so lítið, er lítið endamál við útbjóðingini. Nú er kravið, at prísurin skal vekta í minsta lagi 50 prosent.
Eingi einstøk viðurskifti í útbjóðingini kunnu vekta minni enn fimm prosent. Markið fyri, hvat skal bjóðast út, er samstundis lækkað.
Kommunur kunnu nú eisini brúka portalin
Fyrr var kravið, at landið skuldi biðja um tilboð frá í minsta lagi tveimum veitarum, tá keypast skuldi fyri í minsta lagi 50.000 krónur og í mesta lagi 800.000 krónur.
Skuldi keypast fyri meira enn 800.000 krónur, skuldi bjóðast út alment á Keypsportalinum. Nú er hetta markið vorðið 500.000 krónur í staðin fyri 800.000 krónur.
Ætlar landið at keypa tænastu ella vøru, sum kostar meira enn 500.000 krónur, skal bjóðast út alment. Nú sleppa kommunur og almennar byggiverkætlanir eisini at brúka Keypsportalin.