- Landsstýriskvinnan skal halda fingrarnar burtur

- Landsstýriskvinnan skal halda fingrarnar burtur
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum skal gloyma alt tos um at skerja møguleikan hjá kommununum at gera íløgur, heldur borgarstjóri
 
05.09.2016 - 08:06

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu biður landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum um at halda fingrarnar vekk og gloyma alt tos um at skerja møguleikan hjá kommununum at gera íløgur.

Í lesarabrævi vísir Torbjørn Jacobsen á týdningin av at kommunurnar sleppa at gera sínar íløgur.

- Í Runavíkar Kommunu eru einar 25 milliónir eftir til íløgur um árið, tá ið alt annað er farið burturav, og tað gevur onga meining at fara inn í nakran dialog við Fíggjarmálaráðið fyri at minka um hesa upphæddina.

SÍ EISINI Búskaparráðið: Nú sansar at

- Hon kann heldur ikki vera nakar trupulleiki, tá ið tað snýr seg um konjunktur-sveiggini í samlaða búskapi landsins, skrivar Torbjørn Jacobsen.

Búskaparráðið mælir í nýggjastu frágreiðing síni til at leggja loft á útreiðslurnar hjá kommununum, eisini á íløgurnar. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur seg ikki vilja áleggja kommunum eitt tílíkt loft við lóg, men í staðin vil hon taka upp samráðingar við kommunurnar.

Tann ætlanin fær kalliga móttøku frá borgarstjóranum í Runavíkar Kommunu. Kristina Háfoss veit, at eitt lógaruppskot um at avmarka íløgurnar hjá kommununi vildi verið skolað út aftur tinginum. Í staðin vil hon tosa kommunurnar upp í lag.

SÍ EISINI Kommunurnar ráða sjálvar

- Hesar skulu onkursvegna sjálvar sleppa at gera av, um tær verða skutlaðar ella skornar á háls, skrivar Torbjørn Jacobsen og biður landsstýrið um at rudda upp hjá sær sjálvum fyrst.

- Sum ikki einaferð verður lítið og onki tosað um ovurstóru nýtsluna í rakstrinum hjá landinum, sum bara er farin galopperandi avstað tey seinastu nógvu árini. Nú vórðu íløgurnar hjá kommununum so brádliga tann stóra yvirskriftin og høvuðstrupulleikin í teimum búskaparligu Føroyum.

Torbjørn Jacobsen heldur, at Búskaparráðið og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hava skeivt fokus og biður tey í staðin hyggja eftir rakstrar-útreiðslunum hjá landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109