Keyptu borð fyri 356.000 krónur

Keyptu borð fyri 356.000 krónur
Tórshavnar kommuna hevur keypt eitt fundarborð fyri 356.250 til eitt móttøkuhús hjá kommununi. Býráðslimur er atfinningarsamur
Tórshavnar kommuna manglar ikki pengar. Kommunan hevur brúkt 356.250 krónur til eitt fundarborð í móttøkuhúsinum, kommunan hevur í Tróndargøtu í miðbýnum
 
05.09.2016 - 12:38

Tórshavnar kommuna manglar ikki pengar. Kommunan hevur brúkt 356.250 krónur til eitt fundarborð í móttøkuhúsinum.

Talan er um eitt sergjørt borð úr eik við átta plátum hjá heimskenda danska sniðgevanum, Wegner. Fundarborðið fyri 356.250 krónur hevur Mikael Viderø, tekniskur stjóri, keypt frá fyritøkuni Stokholm.

Borðið, ið varð keypt fyri 356.250 krónur, stendur nú í Móttøkuhúsinum í Tróndargøtu í Havn. Eitt hús, ið serliga verður brúkt, tá býráðið fær vitjan.

Taka frástøðu frá keypi

Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini fleiri ferðir verið fyri atfinningum fyri at oyðsla við pengum hjá skattgjaldarunum í kommununi.

Tróndur Sigurðsson, næstformaður í Fíggjarnevndini í Tórshavnar kommunu, tekur frástøðu frá keypinum. Slík keyp eiga at verða viðgjørd politiskt, sigur Tróndur Sigurðsson.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, tekur undir við, at slík keyp eiga at verða viðgjørd politiskt. Býráðið eigur heldur at bjóða bíleggingina út, tá talan er um stórar upphæddir, heldur hon.

Útvarpið fekk ikki viðmerkingar

Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa at vita, hví kommunan hevur tørv á einum borði, sum kostar meira enn til dømis eitt ársverk á einum ellisheimi, til tíðindasendingina á døgurða.

Útvarpið hevur roynt at fáa viðmerking frá Mikael Viderø, tekniskum stjóra, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, og Heðini Mortensen, borgarstjóra, men tað eydnaðist ikki.

Tórshavnar kommuna sleppur undan at rinda fullu upphæddina fyri borðið, tí kommunan fær 75 prosent av meirvirðisgjaldinum endurgoldið.

Rættleiðing: Kringvarpið hevur sæð fakturan. Prísurin er 356.250 krónur, og ikki 365.250, sum skrivað varð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109