- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áhugin fyri umstríddum starvi minkaður
Sjey fólk vilja vera aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Sjey umsóknir vóru komnar til starvið, tá freistin var úti á middegi.
Færri umsøkjarar vóru hesaferð enn seinast, tá 10 umsóknir komu til starvið. Tveir umsøkjarar tóku tá sína umsókn aftur.
Bæði løgmaður, Aksel V. Johannesen, og løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, hava annars sagt, at starvið varð lýst leyst av nýggjum, tí tey vildu hava fleiri skikkaðar umsøkjarar.
SÍ EISINI Setanin higartil kostað útivið 70.000 krónur
Tað var eisini orsøkin til, at krøvini í seinnu starvslýsingini vóru linkað nakað. Men færri umsóknir komu hesa ferð, ásannar løgmansstjórin seinnapartin.
- Vit hava ikki hugt nærri at umsóknunum, so vit vita ikki, um tað eru fleiri skikkaðir umsøkjarar enn seinast, sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri.
Setanartilgongdin er byrjað. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, vil í dag ikki siga fyri útvarpinum, hvussu drúgv setanartilgongdin verður.