Stórur áhugi fyri uppboðssøluni í Føroyum

Stórur áhugi fyri uppboðssøluni í Føroyum
Uppboðssølan setti dám á fundin, sum fiskimálaráðharrarnir í útnorði høvdu í Grønlandi
 
02.09.2016 - 09:15

Stórur áhugi var fyri føroysku uppboðsøluni á stevnuni fyri fiskimálaráðharrar í útnorði, sum hevur verið í Grønlandi um dagarnar.

Tað skrivar Dimmalætting í dag. 

Á fundinum vóru Høgni Hoydal, landstýrismaður í fiskivinnumálum, og Nikolaj Jerimiassen, grønlendski landstýrismðaurin í fiskivinnumálum.

Ísland var umboðað av aðalstjóranum í fiskimálaráðnum, tí íslendski ráðharrin noyddist at senda avboð. Harumframt vóru fiskifrøðingar og umboð fyri fiskivinnuna á fundinum. 

Spurdu nógv

Fundurin snúði seg, hvussu fiskastovnarnir verða best umsitnir, men stóri áhugin fyri føroysku uppboðsøluna setti dám á fundin.

Semja var ikki um, at uppboðsøla er rætti leisturin, men spurningarnir vóru nógvir, skrivar Dimmalætting.

Royndir hava verið aðrastaðni við uppboðsølu, men ikki í so stóran mun sum í Føroyum, har ætlanin er, at allur fiskurin skal á uppboðslu.

Bæði Ísland og Grønland hava kvotur, sum meira ella minni eru endaðar á privatum hondum, men tað vil Høgni Hoydal sleppa undan, sigur hann við Dimmalætting. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155