- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunngera broytingar í hjúnabandslógini í heyst
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/6af7e6a3fe9136a1cc1d892a37bb7f8e.png?itok=PGSM_Rm9)
Í oktober verður kongaliga fyriskipanin um broytingarnar í hjúnabandslógini kunngjørd.
Danska Almanna- og innanríkismálaráðið hevur gjørt onkrar lógartekniskar broytingar í ríkislógartilmælinum, sum kom úr Føroyum.
Talan er um samkynd, sum eru gift í øðrum londum, og sum flyta til Føroya at búgva, og møguleikan hjá teimum at skiljast.
Kongaliga fyriskipanin, sum hon nú er orðað, verður send til hoyringar hálvan september. Hoyringarfreistin verður fýra vikur.
Danska Almanna- og innanríkismálaráðið hevur spurt Heilsu- og innlendismálaráðið í Føroyum, hvør skal hoyrast í Føroyum.
Løgtingið samtykti í vár at broyta hjúnabandslógina, so samkynd í Føroyum kunnu verða borgaraliga vígd.