Eingin vøkstur í fiskivinnuni í 16 ár

Eingin vøkstur í fiskivinnuni í 16 ár
Vánaliga gongdin hjá heimaflotanum ger, at úrslitið hjá fiskivinnuni versnar, hóast stór avlop í uppsjóvarvinnuni
Magni Laksáfoss helt fyrilestur á fiskivinnuráðstevnuni í Løkshøll í gjár
 
02.09.2016 - 07:52

Eingin vøkstur hevur verið í fiskivinnuni síðani ár 2000.

Tað var ein av niðurstøðunum hjá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi, í fyrilestrinum á fiskivinnuráðstevnuni, sum útvarpsrásin R7 skipaði fyri í Løkshøll í Runavík í gjár. 

Tvørturímóti hevur fiskivinnan neiliga ávirkan á føroyska búskaparvøksturin, segði Magni Laksáfoss, sum eisini er tingmaður fyri Sambandsflokkin og limur í politiska fylgibólkinum hjá fiskivinnunýskipanarnevndini.

Minni týdning

- Fiskivinnan hevur minni týdning fyri føroyska búskapin í dag, enn hon hevði fyri 10 - 15 árum síðani, og hon eigur ongan part av vøkstrinum, sum hevur verið í føroyska búskapinum síðani ár 2000, segði hann.

Í ár 2000 stavaðu 68 prosent av virkseminum í føroyska búskapinum frá fiskivinnuni, í dag bara 46 prosent.

Orsøkin til hetta er heimaflotin. Í botnfiskaveiðuni gongst so mikið illa, at tað dregur úrslitið fyri samlaða fiskiskapin niður, hóast ovurstór avlop eru í uppsjóvarvinnuni. Sostatt hevur fiskivinnan sum heild neiliga  ávirkan á føroyska búskapin, sigur Magni Laksáfoss.

Vøksturin er í alivinnuni 

Vøksturin í føroyska búskapinum stavar fyrst og fremst frá alivinnuni og øðrum útflutningsvinnum.

- Í eini fiskivinnunýskipan eiga vit hugsa meira um, hvussu fiskivinnan kann skapa størri virði, og minni um tal av fiskiførum, tal av sjómonnum og inntøkum til landskassan, segði Magni Laksáfoss millum annað í Løkshøll í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823