Eigarapolitikkur: Mæla til einfalda umsiting

Eigarapolitikkur: Mæla til einfalda umsiting
Arbeiðsgevarafelagið hevur nógvar viðmerkingar í hoyringarskrivinum
 
02.09.2016 - 14:45

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at landið fær sær ein eigarapolitikk.

Men felagið hevur nógvar viðmerkingar í sínum hoyringarsvari.

Arbeiðsgevarafelagið heldur millum annað, at greitt ábyrgdarbýti eigur at vera millum nevndina í partafeløgunum hjá landinum og landsstýrisfólkið, sum varðar av felagnum. 

Eigarapolitikkurin eigur at hava tilmæli um fíggjarligar málsetningar, so sum krøv um avkast, fyri hvørt felag sær, serliga feløgini, sum kappast við onnur feløg. 

Minni feløg

Landsstýrið eigur at hugsa um, at feløgini í Føroyum eru minni enn feløg í øðrum londum. 

Tí eiga reglurnar ikki uttan nakað at verða skrivaðar av eftir útlendskum reglum.

Arbeiðsgevarafelagið mælir eisini til at gera eina einfalda skipan, sum ikki krevur so nógva umsiting. 

Felagið sigur seg hava fingið at vita, at nøkur almenn partafeløg meta leysliga, at tey noyðast at seta eitt ella tvey fólk afturat, tá eigarapolitikkurin kemur.  

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109