- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spyr um yvirtøkuætlanir
Hvørjar altjóða skyldur binda Føroyar seg til, um Føroyar yvirtaka útlendingamál? Tað vil Søren Espersen í Dansk folkeparti og limur í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum hava at vita frá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra.
Spurt verður, hvørjar skyldur Føroyar binda seg til í flóttafólka-sáttmálanum hjá ST, í sáttmálanum um tey statsleysu og í evropiska mannarættinda-sáttmálanum, um Føroyar yvirtaka útlendingamál, sum spurningurin til forsætisráðharran er orðaður.
Hóast semja er millum landsstýrið og stjórnina um, at Føroyar yvirtaka útlendingamál, tykist tingmaðurin hjá Dansk folkeparti at ivast, tí hann spyr "um" og ikki "tá" Føroyar yvirtaka málsøkið.
Í nógv ár hava ymisk landsstýri ætlað at yvirtikið útlendingamál. Nú verður miðað eftir at leggja lógaruppskotið um yvirtøkuna fyri løgtingið í vetur.