- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv skerd Føroyanevnd á vitjan
Føroyanevndin hjá fólkatinginum kemur til Føroya á vitjan frá 14. til 18. august, men tað vera ikki so nógv í ferðalagnum hesaferð, tí júst teir dagarnar, nevndin er í Føroyum, hevur fólkatingið fund, m.a. um danska lutin í einum altjóða tiltaki í Libya, har kemisk vápn skulu beinast burtur.
Tí hevur formaðurin í Føroyanevndini, Sjúrður Skaale, fingið nógv avboð.
Níggju nevndarlimir hava teknað seg til ferðina, og tá eru báðir føroysku fólkatingsmenninir taldir við. Við embætisfólkum verða 14 fólk í ferðalagnum.
Kunnað um Sandoyartunnilin
Føroyanevndin fer at vitja í Sandoynni, Klaksvík, og í Havn.
Í Sandoynni vitjar nevndin m.a. Grótvirkið í Skopun og Listasavnið á Sandi, og nevndin verður kunnað ætlaða Sandoyartunnilin.
Í Havn fer Føroyanevndin m.a. at síggja vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga, og fundir verða við Aksel V. Johannesen, løgmann, og uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.
LGBT og Fargen
Nevndin fer at hitta umboð fyri LGBT-felagsskapin, og vitjað verður á Landssjúkrahúsinum, har m.a. verður kunnað um Fargen-verkætlanina.
Eisini verður kjakfundur við politisku ungmannafeløgini um ríkisfelagsskapin.
Føroyanevndin fer eisini at vitja arrestina í Mjørkadali.
Í Klaksvík fer Føroyanevndin m.a. at vitja fiskivinnufyritøkuna Kristian í Grótinum og bryggjaríið Føroya Bjór.
Býta formanssessin millum sín
Fólkatingsmenninir Sjúrður Skaale og Magni Arge hava avtalað at býta formanssessin í Føroyanevndini ímillum sín í valskeiðnum. Tað merkir, at Magni Arge verður formaður um eitt ár ella so.
Tilsamans eru 29 limir í Føroyanevndini í fólkatinginum.