- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umsetningurin í ferðavinnuni vaksin ein triðing

Ferðavinnan í Føroyum hevur tikið dik á seg seinastu árini, staðfestir uttanríkis- og vinnumálaráðið í ískoytispartinum til løgmansrøðuna.
Talið á teimum, sum ferðast við ferðamannaskipum, er meiri enn fimmfaldað síðani 1999, og umsetningurin í ferðavinnuni vaks umleið 30 prosent frá 2011 til 2013, úr 448 milliónum kr. upp í 577 milliónir kr.
Nýggjastu tølini vísa, at 12 prosent fleiri útlendingar gistu í Føroyum í 2014.
Til tess at skapa betri karmar um vaksandi ferðavinnuna, hevur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum sett ein arbeiðsbólk at orða heildarætlan fyri vinnuna.
Í heildarætlanini, sum skal verða liðug í ár, verður dentur lagdur á at menna innlendis ferðavinnu, samstundis sum atlit verða tikin at náttúruvernd og burðardyggari menning í vinnuni.
