- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at fáa 50 mió. kr. í avlopi næsta ár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/254b76337cd35611bdc12ebe2b6b4e85.png?itok=kOz3eWQr)
Landsstýrið ætlar, at avlopið á fíggjarlógini í 2017 skal verða 50 milliónir kr.
Fíggjarmálaráðið sigur í fylgiskjølunum til løgmansrøðuna á ólavsøku, at á fíggjarlógini verða fleiri øki raðfest til tess at røkka politisku málunum hjá landsstýrinum, eitt nú virðisøking í fiskivinnuni, játtan til fleiri serlæknar, hækkaður lestrarstuðul, fleiri útbúgvingar, at yvirtaka útlendingamál, fólkaatkvøða um stjórnarskipan, bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum og samferðsluútbyggingar.
Partur av avlopinum hjá landskassanum skal setast í Búskapargrunnin, 20 prosent av avlopinum upp til 200 milliónir kr. og helvtin av avlopinum, sum er oman fyri 200 milliónir.
Uppskot um Búskapargrunn Føroya verður lagt fyri tingið í hesi tingsetuni.