Byggja út

Byggja út
Havnarlagið í Runavík verður nú útbygt.
 
27.07.2016 - 16:12

Í fyrsta lagi snýr tað seg um at knýta bryggjurnar undir Høgabóli í Saltangará saman. Talan er um 220 metrar av kaikanti, sum skal byggjast, skrivar kommunan á heimasíðuni. 

Ætlanin er, at har skal vera eitt dýpið á 12 metrar. Royndir í vár vístu, at neyðugt at dýpa onkrastaðni. 

Har umframt er ætlanin eisini at dýpa framvið bryggjuni á Bakka á Glyvrum soleiðis, at skipum har er tryggjað átta metra dýpi. 

Útbyggingin av Havnarlagnum er liður í einari 10 ára íløguætlan fyri Runavíkar kommun. Í fíggjarætlanin fyri í ár eru 8 milliónir krónur setta av til havnarútbyggingin. 

Spf. Rókin átti lægsta boðið nú dýpingin varð bjóðað út, og fer undir arbeiðið í næstum. Tilboðið var slakar 3 milliónir krónur fyri báðar dýpingarnar. 

Mánaðarskiftið august/september skulu tilboðini vera inni uppá sjálva havnargerðina - at knýta bryggjurnar saman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109