Mál viðgerast av nýggjum

Mál viðgerast av nýggjum
TAKS skal viðgera eitt mál hjá einum borgara, ið bæði rindar eftirløn í Føroyum og uttanlands, av nýggjum, sigur Løgtingsins umboðsmaður
 
13.07.2016 - 07:53

Løgtingsins umboðsmaður hevur eisini biðið TAKS viðgera av nýggjum málið, sum fekk landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum at endurskoða kunngerðina um undantøk frá eftirlønarlógini.

Málið byrjaði við kæru frá einum skattgjaldara, sum arbeiðir í Noregi fyri danskan arbeiðsgevara og rindar lógarkravt pensjónsgjald, sum er 8,2 prosent til Folketrygd í Noregi og 15,1 prosent til PFA í Danmark. Men hann skuldi eisini rinda til føroysku eftirlønarskipanina.

Avgerðin hjá TAKS um hetta varð kærd til Fíggjarmálaráðið, sum var kærumyndugleiki. Fíggjarmálaráðið staðfesti avgerðina hjá Taks um ikki at geva undantak. Seinni hevur Skatta- og avgjaldskærunevndin, sum nú er kærumyndugleiki, eisini viðgjørt málið.

Uttanfyri heimildir í lógini

Nevndin sigur, at kunngerðin, sum TAKS og Fíggjarmálaráðið byggja sínar avgerðir á, fer víðari enn lógin loyvir. Kravið um lívrentu í kunngerðini er í stríð við lógina og tí ikki galdandi.

Lógin sigur, at TAKS skal gera eina ítøkiliga meting av eftirlønarsamansparingini í hvørjum einstøkum føri, men í kunngerðini er hendan meting tikin burtur, sigur Skatta- og avgjaldskærunevndin, sum bað TAKS viðgera málið av nýggjum.

Løgtingsins umboðsmaður tekur undir við kærunevndini. Fíggjarmálaráðið er biðið um at endurskoða kunngerðina, so hon verður innan fyri tey mørk, sum eftirlønarlógin setir. Tað fer ráðið at gera, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, við Útvarpið í gjár.

Løgtingsins umboðsmaður biður eisini TAKS endurskoða sína avgerð og sammeta ítøkiliga donsku PFA pensjónsavtaluna hjá klagaranum við krøvini í føroysku eftirlønarlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109