- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ansa tær: Her kanst tú nú fáa klipp í koyrikortið
Næstu tríggjar vikurnar eigur tú helst at hugsa teg væl um, tá tú koyrir bil fram við Steinatúni í høvuðsstaðnum, har nýtt torg og bussterminalur skulu gerast.
Nýggjar avmerkingar eru gjørdar á vegastrekkinum, og bilførarar, ið koyra vestureftir strekkinum, hava ikki loyvi til at snara oman í Tórsgøtu móti Vágsbotni.
Harumframt eiga bilførarar, ið koma úr vesturbýnum at geva gætur, at vegastrekkið er merkt við nýggjum strikum, har ikki er loyvt at fara um fult upptrektar strikur.
Greinin heldur fram niðanfyri
Bilførarar, ið ikki virða ella síggja nýggju uppmerkingina á vegastrekkinum, kunnu fáa klipp í koyrikortið, boðar Tórshavnar kommuna frá á Facebook.
Tað gongur eitt sindur striltið at fáa bilførarar at fylgja ferðsluásetingunum í Steinatúni, sigur kommunan. Arbeiðið verður sambært kommununi liðugt á ólavsøku.