Kunnu ikki skiljast í Føroyum

Kunnu ikki skiljast í Føroyum
Samkynd, sum flyta til Føroyar, men eru gift uttanlands, kunnu ikki skiljast her. Tað sigur danska almanna- og innlendismálaráðið
 
12.07.2016 - 12:49

Samkynd, sum eru gift í kirkju í øðrum landi, eiga at kunnu verða skild í Føroyum. Føroyar noyðast tí at góðtaka samkynd hjúnabond, sum eru knýtt í kirkju, hóast kirkjulig vígsla ikki verður loyvd í Føroyum.

Tað krevur altjóða privatrættur, hevur landsstýrið fingið at vita úr Danmark. Og Føroyar noyðast eisini at hugsa um skrásetta parlagið, nú hjúnabandslógin skal broytast.

Hvørki seinasta ella næstseinasta orðið er sagt um broytingarnar í hjúnabandslógini. Sambært tí, sum Løgtingið samtykti, kunnu samkynd, sum eru vígd í kirkju í Danmark ella Grønlandi til dømis, ikki fáa hjúnaskilnað í Føroyum, um tey flyta higar.

Tilmæli og fyriskipan orðast umaftur

Ríkislógartilmælið og kongaliga fyriskipanin mugu orðast soleiðis, at hetta ber til. Tað krevja altjóða privatrættarligar grundreglur.

Tað skrivar Lars Thøgersen í danska Almanna- og Innanríkismálaráðnum í brævi til Heilsu- og Innlendismálaráðið.

Útvarpið hevur fingið innlit í brævið. Harafturat noyðast Føroyar at góðtaka, at fólk eru í skrásettum parlagi.

Føroyingar eiga spurningin einsamallir

Danska lógin um skrásett parlag er farin úr gildi, men hon er kortini framvegis galdandi fyri fólk, sum gingu í skrásett parlag, meðan lógin var í gildi.

Fólk, sum eru í skrásettum parlagi, kunnu tí ikki gifta seg í Føroyum, meðan tey enn eru í parlagnum. Tað er tá at rokna sum tvígifta, sum er ólóglig.

Viðvíkjandi vígslu í fólkakirkjuni siga embætisfólkini í danska ráðharraráðnum, at Føroyar hava yvirtikið kirkjuna, so tann spurningin eiga føroyingar einsamallir.

Málið umrøtt við løgmann

Broytingin í hjúnabandslógini er treytað av, at fólkakirkjan ikki kann verða kravd at signa samkynd, sum eru borgaraliga vígd. Mentamálaráðið varðar av fólkakirkjuni.

Danska Almanna- og Innanríkismálaráðið er tó sinnað at viðgera saman við landsstýrinum møguligar broytingar viðvíkjandi lutinum hjá fólkakirkjuni, nú samkynd skulu kunna gifast.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at hon hevur tosað við løgmann um málið. Løgmansskrivstovan skuldi spyrja í Danmark.

Rættargangslógin má broytast

Svar er væntandi frá danska Almanna- og Innanríkismálaráðnum í august, verður upplýst hjá løgmanni. Neyðugt verður eisini at broyta rættargangslógina, so samkynd fólk, ið verða gift, eisini kunnu skiljast aftur. vilja tey tað.

Hendan broytingin skal í fólkatingið. Danska Løgmálaráðið ger neyðugu lógarbroytingarnar. Fólkatingið kemur saman aftur 4. oktober.

Fútin hevur biðið um, at fútin fær vígslumyndugleikan hjá sýslumonnunum. Hetta uppskotið fara Løgmálaráðið og Almanna- og Innanríkismálaráðið at viðgera seinni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109