- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki forboð sett enn
Umhvørvisstovan kann seta slíkt forboð, men tað er ongantíð gjørt, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Hon hevur svarað spurningum frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um avleiðingarnar av taðing.
Sirið Stenberg sigur, at hon fer at viðgera spurningin um serliga viðkvomu økini saman við Umhvørvisstovuni.
Í 2012 kom kunngerðin, sum skal tryggja, at taðing ikki dálkar umhvørvið, og ikki elvir til heilsuvanda ella ampa í nærumhvørvinum.
SÍ EISINI Bróta lógina um taðing
Sambært kunngerðini er loyvt at taða innangarð og uttangarðs frá 15. mars til 15. oktober niðan fyri 250 metra hædd.
Kommunurnar geva loyvi til at taða og hava eftirlit við taðingini. Bjørt Samuelsen sigur, at sambært in.fo veit Umhvørvisstovan ikki, um taðingarkunngerðin verður hildin
Løgtingskvinnan sigur, at javnan síggjast spor eftir óhepnari taðing í náttúruni. Millum annað siga fakfólk, at óheppið er at taða við fiskasúrløgu.
SÍ EISINI Fingið undantaksloyvi til taðing
Sambært Sirið Stenberg heldur Umhvørvisstovan, at antin skal forboð setast fyri at taða í haganum við súrløgu, ella skulu serligar reglur gerast um slíka taðing.
Bjørt Samuelsen spyr beinleiðis, um Sirið Stenberg heldur tað vera í lagi, at einki skipað eftirlit er við, at taðingarkunngerðin verður hildin. Kommunurnar hava eftirlitið við kunngerðini.
Sirið Stenberg sigur, at hon fer at tosa við kommunurnar og umhvørvismyndugleikarnar um at eftirmeta, um taðingarkunngerðin virkar sum hon eigur at gera.