- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógaruppskotið sent til hoyring
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/39035235957af57a5ecdd4f39ee1070f.png?itok=4peKoK7F)
Lógaruppskotið, um at hækka barnafrádráttin til smábarnafamiljur, við børnum undir skúlaaldur, er nú orðað og sent til hoyringar.
Sambært uppskotinum hækkar barnafrádrátturin í landsskattinum úr 6.500 upp í 9.200 krónur um árið fyri hvørt barnið, sum er millum null og seks ár.
Frádrátturin fyri børn millum seks og 17 ár verður óbroyttur, 6.500 krónur. Endamálið at lætta um fíggjarliga hjá smábarnafamiljum, sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið frá Kristinu Háfoss.
Kostar landinum 12 milliónir
Broytingin í barnafrádráttinum skal koma í gildi á nýggjárinum, og hon er mett at kosta landskassanum 12 milliónir krónur í mistari inntøku.
Kommunurnar áseta sjálvar barnafrádráttin í kommunuskattinum, og tí er frádrátturin ymiskur frá kommunu til kommunu.
Í meðal er barnafrádrátturin í kommunuskattinum 6.350 krónur um árið fyri hvørt barnið.