- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ítróttarháskúlin í Vági fær góða undirtøku
Eftir summarfrítíðina byrja 18 næmingar á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy. Freistin at søkja var úti fríggjadagin, og við in.fo sigur Gudmundur Joensen, at talan verður um níggju gentur og níggju dreingir.
Hann fegnast um talið av umsøkjarum, serliga tí lýsingarnar eftir næmingum byrjaðu nakað seint. Tó so hevur áhugin verið stórur - eisini til næsta skúlaár, tí næmingar hava longu melda til at byrja næsta ár eisini.
Búgva í nýbygdum smáttum
Næmingarnir á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy skulu búgva í nýbygdum smáttum miðskeiðs í Vági og sjálvur skúlin verður hýstur ymsastaðni í bygdini.
Tað fer at kosta teimum 18 næmingunum góðar 12.000 krónur hvør at taka lut í fyrsta skeiðnum, sum byrjar í heyst og varar 15 vikur.
Sjey lærarar eru knýttir at Ítróttarháskúlanum í Suðuroy.