- Tíðindi, mentan og ítróttur
Islamskur Statur dripið 20 gíslar í Bangladesh
Islamskur statur hevur aftur gjørt um seg, hesaferð í suðurasiatiska landinum Bangladesh. 20 útlendingar - fleiri úr Italia og Japan hava latið lív í eini gíslatøku í høvuðstaðnum Dhaka.
Vápnaðir menn hertóku í gjárkvøldi eina kaffistovu, og tá stjórnardeildir 12 tímar seinna tóku ræði á kaffistovuni aftur, høvdu vápnaðu menninir dripið 20 gíslar.
BBC skrivar, at 13 fólk vórðu bjargað. Seks gerningsmenn vóru skotnir og ein varð handtikin. Fólk vóru komin á kaffistovuna at eta seint í gjárkvøldi eftir at hava fastað allan dagin í sambandi við heilaga islamska Ramadan mánaðin.
"Hetta vóru muslimar uttan uttan trúgv," sigur forsætisráðharrin Sheikh Hasina í Bangladesh. Vitni hava greitt frá, at vápnaðu menninir pínu og drupu teir gíslar, sum ikki orðarætt dugdu at efturgeva ørindi úr Koranini.
Teir gíslar sum ikki vóru útlendingar og sum dugdu Koranina fingu bæði mat og drekka frá rænarunum.
171 milliónir fólk búgva í Bangladesh, ið er eitt av fátækasu londum í Asia. Landið er muslimskt, men seinastu mánaðirnar hava víðgongdir bólkar gjørt alt meiri um seg - millum annað eru fólk sum tala fyri trúarfrælsi, talufrælsi og rættindum fyri samkynd álopin og myrd.
Eftir hendingina í gjár, sigur stjórnin tað nú vera sítt allarfremsta mál at basa víðgongdum yvirgangsfólki.