Fólkavøkstur í Nes kommunu

Fólkavøkstur í Nes kommunu
23 fleiri fólk eru komin til Nes kommunu síðani 1. januar
 
02.07.2016 - 13:08

Fólkatalið í Nes kommunu er vaksið við 23 fólkum síðan 1. januar. 

 

Nú búgva 1260 borgarar í Nes kommunu samanborið við 1237 við ársbyrjan. Vøksturin er 1,9 prosent, ikki síðan 2009 hava so nógv fólk búð í Nes kommunu. 

Umframt fólkavøksturin eru skattainntøkurnar hjá kommununi fyri 1. hálvár 2016 vaksnar við smáum 2 milliónum krónum - ein vøsktur á 10,9 prosent.

 

Nú er skattainntøkan í Nes kommunu 19,3 mió krónur. Í fíggjarætlanini fyri 2016 er roknað við, at skattainntøkan verður 17,5 mió. krónur. Meirinntøkan er higartil í ár sostatt 1.8 milliónir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119