- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir varðarnir merktir
Allir varðarnir merktir
Sunda kommuna hevur merkt allar varðarnar, so tað verður lættari at leita eftir fólki, koma tey illa fyri í haganum
01.07.2016 - 17:17
Varðarnir í Sunda kommunu eru nú merktir við nummari. Í apríl legði kommunan út nakrar gøtur til fólk at ganga eftir. Millum hesar var bygdagøtan frá Saksun til Tjørnuvíkar.
Tøl eru nú sett á allar varðarnar. Hetta er gjørt fyri at gera tað lættari, tá leitast skal eftir fólki, sum eru komin illa fyri av eitt nú mjørka, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Sunda kommuna hevur staðsetingina av øllum varðunum á korti. Koma fólk illa fyri, kunnu tey ringja eftir hjálp og upplýsa nummarið á varðanum, tey standa við, sigur kommunan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV