Tilboðini lægri enn mett

Tilboðini lægri enn mett
Tilboðini upp á triðja útbjóðingarumfar í fyrsta byggistigi á Skúlatrøð eru tríggjar milliónir lægri enn kostnaðarmetingin var
 
29.06.2016 - 08:12

Klaksvíkar kommunu nýtist ikki at leita eftir sparingum ella samráðast við byggifyrtøkur um skerjingar, nú triðja útbóðingarumfar í fyrsta byggstigi á Skúlatrøð hevur verið, og tilboðini eru latin upp.

Tilboðini upp á arbeiðini eru tríggjar milliónir lægri enn kostnaðarmetingin. Metingin segði 68,8 milliónir krónur. Tilboðini eru 65,8 milliónir. Arbeiðið varð ikki boðið út sum ein heild, men hvørt arbeiði sær - tey eru tíggju í tali - varð boðið út.

Í býráðnum í Klaksvík ivast tey ikki í, at hesin útbjóðingarháttur gjørdi, at tilboðini eru lægri enn kostnaðarmetingin. Lægstu tilboðini eru frá fyritøkum í Klaksvík. Skúlatrøð er størsta bygging, sum Klaksvíkar kommuna er farin undir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Nýggjastu sendingar í SV