- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eggini minni dálkað nú
Eggini minni dálkað nú
Egg hjá skúgvi eru nógv minni dálkað nú enn fyri 40 árum síðani. Eggini í Føroyum vóru 70 prosent minni dálkað í 2012 enn í 1977
29.06.2016 - 08:32
Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur, hevur saman við øðrum granskarum kannað egg hjá skúgvi fyri dálking.
Samanborin við eggini hjá skúgvi í Hetlandi er tó meira umhvørviseitur í teimum føroysku. Orsøkin er, at skúgvur í Føroyum livir einamest av øðrum sjófugli.
Í Hetlandi livir hann mest av fiski og slógvi frá fiskiskipum. Av tí at skúgvurin í Føroyum er so ovarlaga í føðiketuni, gevur hann góða ábending um, hvussu dálkað okkara umhvørvi er.
Herfyri játtaði Granskingarnevndin Sjúrði Hammer 80.000 krónur til at kanna, hvussu veðurlagsbroytingar ávirka kjógva í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV