Niðurstøða: Samanleggingartilgongdin kollsigld

Niðurstøða: Samanleggingartilgongdin kollsigld
Fíggjarmálaráðið hartar Mentamálaráðið fyri ikki at hava gjørt sítt arbeiði við samanleggingini av Søvnum Landins
Meira enn fimm ár eru farin, og enn er ikki talan um ein vælvirkandi stovn. Tað sigur Fíggjarmálaráðið í einum notati um Søvn Landsins, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í
 
28.06.2016 - 18:23

Mentamálaráðið hevur ikki gjørt sítt arbeiði, og samanleggingartilgongdin av Søvnum Landsins er kollsigld.

Tað er niðurstøðan hjá Fíggjarmálaráðnum, sum yvirtók málið um Søvn Landsins úr Mentamálaráðnum vegna gegnistrupulleikar.

SÍ EISINI Søvn Landsins eftirmetast

Fíggjarmálaráðið festir seg við, at lógararbeiðið fyri Søvn Landsins, sum Mentamálaráðið skuldi gera, steðgaði upp fyri tveimum árum síðani. Tað kann staðfestast, at samanleggingartilgongdin er kollsigld.

Meira enn fimm ár eru farin, og enn er ikki talan um ein vælvirkandi stovn. Tað sigur Fíggjarmálaráðið í einum notati um Søvn Landsins, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Vil ikki útgreina notat

Fíggjarmálaráðið sigur seg somuleiðis kunna staðfesta, at Mentamálaráðið hevur ikki gjørt sítt arbeiði, eftir at Søvn Landsins varð skipað sum stovnur, 1. januar 2011.

Ítøkiliga verður sipað til lógararbeiðið fyri henda nýggja, samanlagda stovnin, sum Mentamálaráðið skuldi gera, men sum "steðgaði av onkrari orsøk í 2014."

Snorri Fjallsbak, deildarstjóri í Fíggjarmálaráðnum, sum hevur skrivað notatið, vil ikki útgreina, hvussu ráðið er komið til ta niðurstøðu, at samanleggingartilgongdin í Søvnum Landsins er kollsigld.

Samanleggingin merkt av samstarvstrupulleikum

Hann staðfestir tó, at lógararbeiðið fyri Søvn Landsins er ikki gjørt. Sambært notatinum hjá Fíggjarmálaráðnum tykist greitt, at samstarvstrupulleikar hava verið í samanleggingartilgongdini.

Ráðið hevur tó einki gjørt fyri at finna útav, hvør hevur høvuðsábyrgdina av tí. Poul Geert Hansen hevur verið aðalstjóri í Mentamálaráðnum síðani á sumri í 2012.

Hann hevur ongar viðmerkingar til niðurstøðuna hjá Fíggjarmálaráðnum um, at samanleggingartilgongdin á Søvnum Landsins er kollsigld.

SÍ EISINI Lógaruppskot fyri Søvn Landsins sent til hoyringar

Aðalstjórin sigur seg vera ógegnigan at gera viðmerkingar um tað, nú kærumálið frá starvsfólkunum er flutt úr Mentamálaráðnum yvir í Fíggjarmálaráðið.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, vil tó ikki hava sitandi á sær, at fyrisitingin í Mentamálaráðnum ikki hevur gjørt sítt arbeiði.

- Mentamálaráðið hevur gjørt fleiri lógaruppskot um Søvn Landsins, men eg má tó staðfesta, at lógarfyrireikandi arbeiðið hevur ikki borið á mál, sigur Poul Geert Hansen.

Sitandi samgongan vil "nakað annað"

Sambært aðalstjóranum var eitt lógaruppskot fyri Søvn Landsins klárt at leggja fyri Løgtingið í tingsetuni, sum byrjaði á ólavsøku í fjør. Men løgtingsvalið steðgaði tí.

Spurdur, hvar tað lógaruppskotið bleiv av eftir valið, svarar Poul Geert Hansen, at tað uppskotið varð gjørt til undanfarnu samgongu.

Sitandi samgonga vil nakað annað, og tí er enn einki lógaruppskot komið úr Mentamálaráðnum um Søvn Landsins.

Eftirmeting skal verða liðug í ár

Fíggjarmálaráðið bað herfyri Jóan Paula Joensen, professara, um at gera eina eftirmeting av samanleggingartilgongdini.

Tað var millum annað fyri at ganga ynskinum hjá starvsfólkunum á Søvnum Landsins, sum kærdu sín stóra fyri Mentamálaráðið, á møti.

Eftirmetingin, sum eisini skal innihalda eitt tilmæli um framtíðina hjá Søvnum Landsins, verður ætlandi liðug í hesum árinum.

SÍ EISINI Hava kært stjóran á Søvnum Landsins

Í avgerðini hjá Fíggjarmálaráðnum liggur eisini, at ongar grundleggjandi broytingar skulu gerast á Søvnum Landsins, meðan eftirmetingin fer fram.

Tann støðan kann so aftur ávirka arbeiðið í Mentamálaráðnum, har tey sambært Poul Geert Hansen arbeiða við at laga lógaruppskotið, sum var klárt fyri einum ári síðani, til politisku ynskini hjá sitandi samgongu.

Sambært aðalstjóranum er ætlanin, at lógaruppskot skal vera klárt at leggja fyri Løgtingið í næstu tingsetu.

Lógarverkið býtast í trý

Nú verður arbeitt við at býta lógarverkið fyri Søvn Landsins upp í tríggjar partar, ein fyri savnspartin, ein fyri bókasavnspartin og ein fyri skjalasavnspartin.

Í Fíggjarmálaráðnum hevur Snorri Fjallsbak ongar viðmerkingar, tá vit spyrja hann um, hvørt staðfestingar um "at Mentamálaráðið hevur ikki gjørt sítt arbeiði", og "samanleggingar-tilgongdin er kollsigld" eiga at fáa avleiðingar fyri nakran. Deildarstjórin vísir til eftirmetingina, sum er áveg. 

Søvn Landsins varð skipað sum stovnur 1. januar 2011. Í samanleggingini eru Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið, Náttúrugripasavnið, Fornminnissavnið og Havlívfrøðiliga Royndarstøðin í Kaldbak. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Nýggjastu sendingar í SV