Malena takkar fyri seg á landsliðnum

Malena takkar fyri seg á landsliðnum
Malena Josephsen hevur spælt sín síðsta landsdyst fyri Føroyar
Mynd: fsf.fo  
 
28.06.2016 - 15:16

Malena Josephsen hevur verið millum mest eyðsýndu spælararnar í føroysku fótbóltskappingini seinastu nógvu árini.

Í dag hevur hon valt at takka fyri seg á landsliðnum. Tað skrivar fsf.fo

Malena hevur spælt 41 A-landsdystir og skotið tíggju mál fyri Føroyar. 

Hon hevur eisini umboðað Føroyar á trimum oyggjaleikum. Har bleiv tað til tólv dystir, fjúrtan mál og trý gull.

- Hetta hava verið nøkur fantastisk ár á landsliðnum, og eg havi verið ótrúliga stolt av at umboða Føroyar.

- Men eg haldi, at nú eitt nýtt landslið skal byggjast upp, so er tíðin komin, at eg takki fyri meg, sjálvt um hugurin framvegis er tilstaðar, sigur Malena Josephsen við heimasíðuna hjá FSF. 

Í hesum døgum fyrireikar kvinnulandsliðið seg til Baltic Cup, sum verður í Riga í Lettlandi frá 31. juli til 8. august.

Endaliga hópurin verður úttikin seinni í vikuni. Men fyri fyrstu ferð í fimtan ár verður tað uttan Malenu Josephsen úr KÍ.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035