Fyribils góðkenning sum hvalvág

Fyribils góðkenning sum hvalvág
Tey, sum í nógv ár hava stríðst fyri at fáa Skálabotn góðkendan sum hvalvág, hava fingið góð boð úr Fiskimálaráðnum
 
28.06.2016 - 11:37

Í uppskotinum um nýggja grindakunngerð, sum er sent til hoyringar, er Skálabotnur fyribils góðkendur sum hvalvág. Higartil hava myndugleikarnir ikki viljað givið loyvi til at drepa grind í Skálabotni, tí skitið vatn rann á sjógv har.

23 hvalvágir eru í nýggju kunngerðini og harafturat eru tríggjar, sum fáa fyribils góðkenning. Tær eru millum Flesjar og Hellisenda á Borðoyavík, á sandinum í Skálabotni og á Lygnnesi í Kollafirði. 

Grindakunngerðin er til hoyringar til 18. juli. Hon kemur væntandi í gildi í august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Nýggjastu sendingar í SV