Messi gevst at spæla fyri Argentina

Messi gevst at spæla fyri Argentina
Lionel Messi sigur, at hann hevur spælt sín síðsta dyst fyri argentinska landsliðið
 
27.06.2016 - 11:22

Lionel Messi hevði enn ein møguleika at vinna steyp við Argentina, tá hann í nátt spældi Copa America finalu ímóti Kili.

Men fyri triðju fer upp á bara tvey ár fekk Argentina silvur í einari finalu.

Vónbrotið var stórt hjá argentinsku viðhaldsfólkunum, men tað er upp aftur størri í dag, nú størsta fótbóltsstjørnan í heiminum, Lionel Messi, hevur kunngjørt at hann gevst við at spæla fyri Argentina.

Argentina tapti fyri Kili í brotssparkskapping. Messi brendi sítt brotsspark.

Messi: Hetta er ein sorgardagur

Eg gevist nú á landsliðnum, tað er mín avgerð. Eg kenni stóra sorg, tað var hart at brenna hatta brotssparkið, sigur Messi við Reuters.

- Tað er torført at greiða frá hesum, men tá eg kom inn í skiftirúmið hugsaði eg, at nú er tað yvirstaðið. Tað er bara ikki meiningin, at eg skal vinna nakað við landsliðnum.

- Eg havi gjørt alt fyri at vinna við Argentina, men tað eydnast bara ikki, sigur Messi.

Lionel Messi hevur vunnið OL við Argentina, men hevur annars tapt fýra finalur.

29 ára gamli Messi hevur spælt 112 landsdystir og skorað 55 mál. Hann er tann leikarin, ið hevur skorað mest fyri Argentina.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035