- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentorar skulu hjálpa nýggjum lesandi
Mentorar skulu hjálpa nýggjum lesandi
Talan er um skipan, sum skal tryggja nýggjum lesandi eina góða byrjan á Fróðskaparsetri Føroya
25.06.2016 - 14:17
Tað eru lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetrinum og ráð teirra lesandi, sum hava tikið stig til mentorskipanina.
Mentorskipanir eru púra vanligar á hægri lærustovnum uttanlands. Tørvur er á slíkari skipan á Fróðskaparsetrinum, heldur ráð teirra lesandi.
Tað eru lesandi, sum hava lisið á Fróðskaparsetrinum í eina tíð, sum kunnu gerast mentorar. Og áhugin tykist at vera rímiliga stórur.
Higartil hava tíggju boðað frá, at tey fegin vilja vera mentorar, sigur Turid Christophersen, forkvinna í ráði teirra lesandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV