- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnaðu tjóðbankan og ríkisumboðið um fiskidagar
Kunnað varð um fiskastovnarnar undir Føroyum, hvussu teir eru fyri, hvønn týdning teir hava fyri Føroyar, og hvørji útlitini fyri stovnarnar eru.
Tað skrivar Havstovan á heimasíðuni.
Havstovan letur tann 15. juni á hvørjum ári tilmæli til landsstýrismannin um fiskiskapin næsta fiskiár.
Havstovan mælir aftur í ár til munandi skerjingar.
Toska- og hýsustovnurin eru framvegis so illa fyri, at allir óbrúktir fiskidagar eiga fyrst at fara úr skipanini, og síðani skulu fiskidagarnir í bólki 3, 4 og 5 - tað eru línuskip, smáir trolarar og útróðrarbátar - bara vera helvtina av fiskidøgunum, sum vórðu brúktir í fiskiárinum 2014 og 2015, sigur Havstovan.
Fiskidaganevndin, sum er umboðandi vinnuna, hevur hinvegin mælt til óbroytt fiskidagatal næsta fiskiár.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, skal nú gera uppskot um fiskidagar næsta fiskiár, og uppskotið verður lagt fyri tingið í ólavsøku.
Fiskiárið byrjar 1. september, og lógin um fiskidagarnar skal verða avgreidd í seinasta lagi 18. august.