- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koyrikortini lagast til ES-viðurskifti
Transport- og Bygningsministeriet í Danmark ætlar at lýsa eina danska kunngerð, sum heimilar donskum myndugleikum, at útskriva eitt koyrikort, at skráseta koyri- og hvílitíðina talgilt til persónar, sum hava vanligan bústað í Føroyum.
Landsstýrið ætlar at broyta kunngerðina um koyrikort og koyrifrálæru, so hon hóskar til viðurskiftini í ES. Fyri at kunna fáa útgivið eitt slíkt koyrikort, skulu persónarnir, ið búgva í Føroyum hava gjøgnumført eina eftirútbúgving av vinnuførleikum.
Heimild má fáast til vega, at skráseta vinnuførleikarnar í koyrikortinum við eini talkotu, sum váttar, at persónurin lýkur førleikatreytina.
Eftirútbúgvingin verður 35 tímar
Tí er ætlanin at broyta kunngerðina um koyrikort og koyrifrálæru, har treytir um eftirútbúgving hjá vinnuførarum og førleikaprógv eru innarbeidd við støði í ES-reglugerð.
Talan er um eftirútbúgving til fólk, sum hava koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til buss, og persónar, sum hava koyrikort til lastbil og stórar, viðfestar vognar.
Eftirútbúgvingin fevnir um 35 tímar í fimm dagar. Uppskotið var á landsstýrisfundi mánadagin, og verður sent til hoyringar í dag.