- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lýstu fyri 2,54 milliónir uttanlands
Tað stendur í svari frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnum, til Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum, sum spurdi landsstýriskvinnuna, um aðalráð og stovnar undir ráðunum lýsa í útlendskum miðlum, og hvussu nógvur peningur verður nýttur til hetta.
Landsstýriskvinnan svarar, at tað eru nakrir fáir almennir stovnar, sum lýsa í útlendskum miðlum, men tað eru nakrir sum leingi hava lýst í útlendskum miðlum, har hetta er partur av teirra virkisgrundarlagi.
Serliga Ferðaráðið lýsti uttanlands
Serstakliga er talan um Landssjúkrahúsið og Ferðaráðið. Í 2014 er samanlagdi lýsingarkostnaðurin í landsroknskapinum 9,19 milliónir krónir, harav 2,54 milliónir kr. er til útlendskar miðlar.
Av upphæddini til útlendskar miðlar, stendur Ferðaráðið fyri 2,15 milliónum krónum, stendur í svarinum. Í 2015 er lýst fyri samanlagt 6,21 mió. kr., harav góðar 450 tús. kr. er til útlendskar miðlar.
Her skal havast í huga, at frá 2015 telur Ferðaráðið ikki við longur, tí tað er umskipað til partafelagið Visit Faroe Islands.