Fingu hol á skrokkin

Fingu hol á skrokkin
Hol kom á skrokkin á havrannsóknarskipinum Magnus Heinason, tá teir vóru og tóku svartkalvaroyndir á Munkagrunninum í síðstu viku
 
20.06.2016 - 08:36

Staddir á Munkagrunninum, einar 90 fjórðingar úr landi, fór Magnus Heinason at leka sjógv inn í maskinrúmið.

Tað vísti seg, at eitt hol upp á umleið ein tumma var komið í skrokkin. 18 tons av sjógvi fossaðu inn í skipið um tíman.

Eitt lítið samdøgur at sigla inn

In.fo skrivar, at tey umborð á Magnusi Heinason høvdu pumpur, sum kláraðu at halda skipinum lens.

Hesar vóru settar til, og 22 tímar seinni komu skip og manning til lands, og so var Magnus Heinason tikin upp á bedingina hjá Mest í Havn.

Meðan Magnus Heinason sigldi inn, pumpaðu tey umleið 400 tons av sjógvi útaftur. Teringur á skrokkinum er atvoldin til lekan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Nýggjastu sendingar í SV